TÝ­indi

19 mai. 2017
Á tiltaki í Vinnuhúsinum fyri kortum , varð frágreiðing um sjóvinnuveitingar løgd fram. Úrslitið vísti greitt, at vakstrarmøguleikar eru innan føroyskar sjóvinnuveitingar og hetta hevur týðandi búskaparliga ávirkan á føroyska samfelagið.
17 mai. 2017
Verkætlanartúrur hjá M6 í Kanada
Verkætlanartúrur hjá M6 í Kanada 7. apríl - 17.apríl 2017
10 mai. 2017
Er tað kosher?
Gløgt er gestsins eyga, siga vit í Føroyum. At vera tilvitað um egna mentan og duga at samstarva við aðrar mentanir er týdningarmikið hjá okkum føroyingum. Serliga umborð á skipi. Slíkir førleikar eru týdningarmiklir hjá yvirmonnonum og reiðaríið at hava, og kunnu hesir førleikar vera avgerandi fyri góða samskiftið og samstarvið umborð og á landi.
8 mai. 2017
Tilmælið um sjóvinnupolitikk
Tilmælið um sjóvinnupolitikk skal slóða fyri menningini av Føroyum sum sjóvinnnutjóð.
1 mai. 2017
Móttøka á skúlanum
Móttøka á skúlanum nú Christian Poulsen og Petur Hans Dahl fara frá vegna aldur.
20 mar. 2017
Lesandi frá Sjónám úr Klaksvík á skeið
Hesa vikuna hava vit fingið lesandi frá Sjónám í Klaksvík á vitjan. Teir taka ARPA skeið.
13 mar. 2017
Aspirantútbúgving fyri maskinmeistarar
Nú kunnu føroyingar, ið ynskja at fara maskinmeistaraleiðina, byrja at gleða seg. Tí ein spildurnýggj og tíðarhóskandi útbúgvingarskipan er ávegis til teirra, sum ætla sær á Vinnuháskúlan í Havn at læra til maskinmeistara. Hon er meinlík henni fyri navigatøraspirantar, sum nú hevur verið roynd í tvey ár við góðum úrsliti.
16 des. 2016
Tveir spennandi fyrilestrar
Tveir spennandi fyrilestrar á Vinnuháskúlanum Í desember vóru tveir spennandi fyrilestrar á Vinnuháskúlanum. Fyrri fyrilesturin var við Alex Ocampo, lærara á Glasum. Alex greiddi komandi maskinmeistarum og skipsførarum frá um filippinska mentan og samfelag. Seinni fyrilesturin var við Hera Schwartz Jacobsen, sum saman við pápa sínum hevur skapt hitavekslaran, ið fyritøka teirra, Defined Energy, mennir víðari.
5 des. 2016
Vitjan av Marine Harvest
Tað gongur við rúkandi ferð hjá Marine Harvest. Vinnuháskúlin fær javnan vitjan av fólki sum arbeiðir úti í vinnuni, og nú um dagarnar var Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á alivirkinum P/F Marine Harvest Faroes, á vitjan at greiða frá felagnum og føroyskari aling sum heild.
1 nov. 2016
Nýtt frá Nautical Institute
Nýggjar mannagongdir komnar frá NAUTICAL INSTITUTE Hetta er DP skeið
30 okt. 2016
Minningarhald teirra sjólátnu
Minningarhald teirra sjólátnu verður á Vinnuháskúlanum. Týsdagin 01. nov. kl. 14:00
30 sep. 2016
Vitjan av Jógvan Horn frá DNV-GL
“Tosa við klassan áðrenn skipið skal í dokk” Jógvan Horn, ið áður hevur undirvíst á Vinnuháskúlanum, starvast í dag sum sýnsmaður hjá DNV-GL og fæst við at sýna skip fyri klassan. Sambært Jógvani, er tað av alstórum týdningi, at tosa við klassan, áðrenn skipið skal í dokk, um klassakrøvini og møgulig sýn, ið eru fyri. Hetta kann eisini fáa fíggjarligan týdning fyri reiðaríið, ið kann biðja um eitt samlað tilboð upp á alt, ið skal gerast, frá veitaranum. Tá ið skipið er í dokk, er harumframt týdningarmikið, at vakthavandi manning er á staðnum og fylgir við arbeiðnum, ið verður gjørt.
21 sep. 2016
Tvøroyrar skúli á vitjan
Vitjan av Sjóvinnubreytini á Tvøroyarar skúla.
21 sep. 2016
Royal Greenland á vitjan
Hósdagin 15. sept. 2016 vitjaðu trý umboð fyri grønlendska reiðaríið “Royal Greenland” á Vinnuháskúlanum. Teir vóru Linjohn Christensen, skipari, Mika Heilmann, manningarstjóri og Sámal Jákup Olsen, rakstrarleiðari.
2 sep. 2016
Flestu vanlukkur henda á sjónum,
Flestu vanlukkur henda á sjónum, og flestu skaðar henda á dekkinum. Annbjørg á Høvdanum, helt ein sera áhugavertan fyrilestur um evni, Flestu vanlukkur henda á sjónum.

Aftur | 1 2 3 | Fram