Vitjan av jógvan Horn frá DNV-GL
“Tosa við klassan áðrenn skipið skal í dokk”
Jógvan Horn, ið áður hevur undirvíst á Vinnuháskúlanum, starvast í dag sum sýnsmaður hjá DNV-GL og fæst við at sýna skip fyri klassan. Sambært Jógvani, er tað av alstórum týdningi, at tosa við klassan, áðrenn skipið skal í dokk, um klassakrøvini og møgulig sýn, ið eru fyri. Hetta kann eisini fáa fíggjarligan týdning fyri reiðaríið, ið kann biðja um eitt samlað tilboð upp á alt, ið skal gerast, frá veitaranum. Tá ið skipið er í dokk, er harumframt týdningarmikið, at vakthavandi manning er á staðnum og fylgir við arbeiðnum, ið verður gjørt.
Á ávísum skipasmiðjum verður byrjað við einum stuttum morgunfundi, sum útgreinar arbeiðið, sum verður framt tann dagin, og hvørja viku verður tikið saman um. Hetta heldur Jógvan er skilagóður leistur at fylgja – eisini her heima.
Umframt árligu sýnini og dokking á triðja hvørjum ári, skal skipið til høvuðssýn fimta hvørt ár. Serliga eru tað botnsýn, aksulin og klassakrøvini, ið DNV-GL hyggur at í sambandi við høvuðssýnið. Eisini skal sýnsfólkið hava atgongd til ávísar tangar til nærri kanningar, og mugu hesir tískil vera atkomuligir og tómir. Jú betri viðlíkahildin skipini eru og væl fyrireikað manningin er til hesi sýn, jú skjótari eru sýnini avgreidd og tess færri eru viðmerkingarnar.
Spurdur um, hvør støðan er umborð á føroysku fiskiskipum viðvíkjandi tí, at uppfylla klassakrøv, ger Jógvan okkum greitt, at støðan kundi verið munandi betri. Sjálvandi eru skip, ið hava øll síni viðurskifti í lagi, meðan onnur fáa heldur nógvar viðmerkingar frá klassanum, tá ið skipini verða sýnaði. Men gongdin seinastu árðini er blivin munandi betur.
DNV-GL veitir kundum sínum tjekklistar, sum fyrireika skip og manning til næsta sýn. Manningin gjøgnumgongur listan og krossar av, ja ella nei, um neyðugu dokumentatiónina á brúnni, reglulig eftirlit og royndir við útgerðini umborð.
Jógvan Horn vitjaði skúlan týsmorgunin 08. okt. 2019 í sambandi við verkætlanina ‘Ship Maintenance and Docking,” ið skipsførararnir og maskinmeistarar arbeiða við hesa hálvuna, flokkarnir íð talan er um eru M3 – S3 og S5. Lærari í fakinum eru Ólavur Joensen og Jón Magnussen.
Vit takka Jógvan Horn fyri eina góða og gevndi framløgu.
Her eru nakrar myndir frá framløguni hjá Jógvan.