Visión

Vit útbúgva maritimar leiðarar í heimsklassa.

Missión

Vinnuháskúlin veitir útbúgvingar til leiðslu á sjógvi og landi við støði í okkara samleika sum sjóvinnutjóð.

Hetta gera vit við fakliga sterkum lærarum og útbúgvingum, sum eru í støðugari menning samsvarandi myndugleikakrøvum og ynskjum hjá maritimu vinnuni.

Virðir

Virðini stuðla okkara visión og missión. Virðini lýsa hugburðin og atferðina, sum eru grundarlagið fyri undirvísingini á Vinnuháskúlanum.

  • Ágrýtni
  • Dygd
  • Trúvirði
  • Virðing

Virðini merkja

  • Lesandi og skeiðsluttakarar eru í miðdeplinum.
  • Lesandi og skeiðsluttakarar uppliva – óansæð fortreytir – framgongd og úrtøku av undirvísingini.
  • Lesandi og skeiðsluttakarar skulu við áhuga og virkni eggjast til útbúgving og menning.
  • Skikkað og viðurkennandi undirvísing tryggja, at lesandi og skeiðsluttakarar brúka síni evnir skynsamt og gera størst møgulig faklig og persónlig framstig.
  • Starvsfólkunum verða bjóðað góð og smidlig arbeiðsviðurskifti við møguleika fyri fakligari og persónligari menning, ávirkan og samábyrgd.
  • Námsfrøðiliga og fakliga umhvørvið er merkt av framtakshuga, skapanarevnum og djúphugsni.