ÚTBÚGVINGARMØGULEIKAR Á MASKINDEILDINI

Á maskindeildini á Vinnuháskúlanum er møguleiki at taka tvær útbúgvingar. 


Maskinmeistaraútbúgvingin

Maskinmeistaraútbúgvingin tekur 3 ár. Hon er bygd upp sum ein modulskipan, har modulini vara eitt hálvár. Hvørt hálvár vera undirvísingarmodul koyrd, sum í flestu førum enda við próvtøku við endan á hálvárinum. Næsta hálvár koyra nøkur onnur modul.

Útbúgvingin gevur førleika til sjóvvinnubræv eftir kapitli III/2 í STCW`95 konventiónini, tá ið krøvini til starvsvenjing eftir manningarlógini eru lokin. Hetta gevur rættindi at sigla sum maskinmeistari, við rang samsvarandi starvsvenjing, á øllum støddum av motorskipum.

Útbúgvingin gevur eisini ástøðiligt grundarlag fyri m.a.:

  • at fáa løggilding sum elinnleggjari
  • at fáa loyvisbræv sum ketilpassari og kølimontørur
  • at kunna luttaka í førleikagevandi skeiðum um innregulering og funktiónskanning av gasskyndum útbúnaði
  • at vera sakkønur sambært kunngerð um trýstíløt og rørskipan undir trýsti.

Her er tó í hvørjum einstøkum føri neyðugt við starvsvenjing innan viðkomandi øki.Sí annars kunngerð um maskinmeistaraútbúgving

Maskinistútbúgvingin

Maskinistútbúgvingin tekur uml. 9 mánar. Her ganga næmingarnir fyrst í skúla í ½ ár, og fáa undirvísing í teknisku fakunum. Eftir próvtøku í teknisku fakunum, vera neyðug skeið tikin og tekur hetta á leið 3 mánar.
Útbúgvingin gevur førleika til at sigla við rang upp til 2.maskinmeistara á øllum skipum, og við rang upp til maskinstjóra við skipum við framtøkumegi upp til 2999 kW, tá ið neyðug starvsvenjing er nádd.