Búmerkið

Búmerkið er samansett av trimum formum, sum allir eru eins og hava somu stødd. Hvíta plássið í miðjuni avmyndar samanrenningina, tí miðjan er felags økið, bindiliðið, sum allir partar standa líka yvir fyri.

Litirnir

Hvør formur hevur sín lit, ið lýsir evnisøkini hjá eindum skúlans.

Myrkablái liturin minnir um sjógvin og vísir til sjómansskúlan.

Ljósablái liturin minnir um jarn og vísir til maskinmeistaraskúlan.

Appelsinguli liturin minnir um eld og vísir til brandskúlan.

Navnið

Vinnuháskúlin er samansett av tveimum orðum: vinna og háskúli.