Vit hava tvær útbúgvingar í navigatión, skipari og skipsførari. Upptøkukrøvini eru ymisk.
SKIPARI:
- Fráfaringarroynd fólkaskúlans.
- Minst 18 mánaðar siglingartíð við skipum yvir 20 BT
- Endaskeið sum skipsatstøðari umframt minst 7,5 mánaðar siglingartíð + útfylta útbúgvingarbók
- Grundskeið sum skipsatstøðari umframt minst 9 mánaðar siglingartíð + útfylta útbúgvingarbók
- Skúlaskip umframt minst 9 mánaðar siglingartíð + útfylta útbúgvingarbók
- Góðkenda sjón- og hoyriroynd (heilsuprógv fyri sjófólk), sum er yngri enn 2 ár
Vísandi til kunngerð nr. 107 frá 20. sept. 2005 trýst her
SKIPSFØRARI:
- Skiparaprógv
- Góðkenda sjón- og hoyriroynd (heilsuprógv fyri sjófólk), sum er yngri enn 2 ár
Løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum
Umsóknarfreistin er 15. juni og 15. januar.
Tikið verður upp eftir tí raðfylgju, sum umsóknirnar koma inn treytað av, at umsøkjarar lúka upptøkukrøvini.