VIT SETA KÓS MÓTI FRAMTÍÐINI. KEMUR TÚ VIÐ?
Føroyar hava sterkar sjóvinnurøtur, sum røkka fleiri ættarlið aftur. Tey flestu kenna onkran, sum arbeiðir á havinum ella kring havið. Við maritimu útbúgvingini kanst tú gera allan heimin til títt arbeiðspláss.
Tú tekur útbúgvingina á Vinnuháskúlanum. Her verður tú fyrireikaður til eitt arbeiðslív við fakligheit, samstarvi og ábyrgd. Tú fært frálæru, praktiskar venjingar og simulatorvenjing í einum fakligum umhvørvi, sum lýkur altjóða STCW-krøv.
Útbúgvingin verður samskipað við tey reiðarí, sum Vinnuháskúlin hevur avtalur við.
Skikkaðir umsøkjarar verða í útgangsstøðinum tiknir inn í tí raðfylgju, umsóknirnar koma inn, so tað er gott at søkja í góðari tíð.
Tú nýtist ikki at hava royndir á sjónum frammanundan.
Tú skalt kunna góðkennast til eitt heilsuprógv fyri sjófólk. Ynskir tú at gerast skipsførari, eru harumframt serlig krøv til sjón og hoyrn.
Ivast tú í, um tú lýkur krøvini, hjálpa vit tær fegin at greiða tínar møguleikar.
Starvsvenjing er partur av samlaðu útbúgvingartíðini.
SOLEIÐIS ERU ÚTBÚGVINGARNAR SKIPAÐAR
Skipsføraraútbúgvingin tekur fýra ár, býtt yvir átta lestrarhálvur.
Starvsvenjingin á sjónum er í útgangsstøðinum í aðru, fjórðu og sættu lestrarhálvu og gevur til samans 360 dagar siglingartíð.
SKIPSFØRARAÚTBÚGVINGIN

MASKINMEISTARAÚTBÚGVINGIN

Maskinmeistaraútbúgvingin tekur fýra og eitt hálvt ár, býtt yvir níggju lestrarhálvur. Byrjað verður við tveimum lestrarhálvum á verkstaðarskúla á Vinnuháskúlanum.
Starvsvenjing er bæði í triðju og sjeyndu lestrarhálvu. Tilsamans gevur hetta 270 dagar starvsvenjing, harav 90 dagar kunnu vera á landi.




