Upptøkutreytir aspirantar

Tú kanst søkja inn á aspirantskipanina við miðnámsútbúgving, yrkisútbúgving ella sveinabrævi – ella við í minsta lagi tveimum árum av viðkomandi arbeiðsroyndum.

Tú nýtist ikki at hava royndir á sjónum frammanundan.

Tú skalt kunna góðkennast til eitt heilsuprógv fyri sjófólk. Ynskir tú at gerast skipsførari, eru harumframt serlig krøv til sjón og hoyrn.

Ivast tú í, um tú lýkur krøvini, hjálpa vit tær fegin at greiða tínar møguleikar.

Filmsklipp um ASPIRANT