Útbúgvingarætlanir og lærugreinar til skipara- og skipsføraraútbúgvingarnar:




Næmingarnir hava ikki møtskyldu, men tó eru treytir fyri ávísar lærugreinar, har lærarin skal góðkenna, um næmingurin hevur staðið. Fyri at sleppa upp til próvtøku skal næmingurin lata 80% av uppgávunum inn.  

Næmingurin innstillar seg sjálvur til próvtøku hvørt hálvár.

Um næmingurin ikki ynskir at fara upp til próvtøku í einari lærugrein, hann hevur instillað seg til, skal hetta skrivliga boðast skúlanum frá innan 15. mai og 15. des. Tað ber bert til at fara upp til próvtøku 3. ferðir í somu lærugrein.