
Fyri at verða tikin upp á maskinmeistaraútbúgvingina skal umsøkjari í minsta lagi hava:
- Fráfaringarroynd fólkaskúlans í lærugreinunum enskt, alisfrøði, evnafrøði og støddfrøði við í minsta lagi próvtalinum 02 ella 6 í gamla próvtalslistnum í hvørjari lærugrein
- Handverkaraútbúgving innan metal ella el
- SIT 2 ella Yrkisnám 4 innan metal ella el, umframt starvsvenjing íminst 9 mánaðir.
- Góðkend skeið um dreying, fresing ella sveising ikki hevur verið partur av handverkara- ella yrkisútbúgvingini
Umsóknarfreistin er 15. juni og 15. januar.
Upptikið verður eftir raðfylgju, sum umsóknirnar koma inn treytað av, at umsøkjarar lúka upptøkukrøvini.
Leiðsla skúlans kann í ávísum føri geva undantak um umsøkjari ikki lýkur ásettu upptøkutreytirnar, men hevur aðra yrkisútbúgving ella drúgvar starvsroyndir.
Sí annars:
Kunngerð um maskimeistaraútbúgving
Kunngerð um útbúgving av manning á skipum