Signheðin Davidsen 35 ára starvsdag
Signheðin Davidsen hevur í dag 35 ára starvsdag á Trygdardeplinum við Áir.
Signheðin byrjaði á Trygdardeplinum í 1985, sum undirvísari, tá var tað Tórfinn Hentze, sum var deildarleiðari, Tórfinn gavst í 2001 tá Signheðin tók yvur sum deildarleiðari á Trygdardeplinum við Áir, sum tá var nevndur Brandskúlin.
Tað munnu ikki verða so fá sjófólk, sum kenna Signheðin og hava verið til skeiði við Áir.
Signheðin er lítillátin og ger ikki nógv hóvasták burtur úr sær sjálvum , sera dugnaligur í sínum arbeiði og hevur eisini mangar ábyrgdarfullar arbeiðsuppgávur uttanfyri sítt arbeiði, eisnini innan eldsløkking.
Vit á Vinnuháskúlanum ynskja Signheðini hjartaliga tillukku við 35 ára starvsdegnum og takka fyri eitt sera gott samsatrv seinastu 35 árini. Og ynskja honum og manningini á Trygdardeplinum, alt tað besta framyvir.