Símun Poulsen stjóri í Vinnuháskúlanum
Símun Poulsen stjóri í Vinnuháskúlanum – Vinnuháskúlin Símun Poulsen stjóri í Vinnuháskúlanum31. juli 2020
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur gjørt av at seta Símun Poulsen í starvið sum stjóra í Vinnuháskúlanum.
Símun Poulsen er 50 ára gamal, er skipsførari og hevur læraraprógv, umframt at hava tikið master í leiðslu og organisatiónsmenning. Símun Poulsen hevur drúgvar royndir innan maritima økið, eitt nú bæði arbeiðs- og leiðsluroyndir. Hann hevur verið nautiskur undirvísingarleiðari í Vinnuháskúlanum síðan 2013, umframt at hava undirvíst har síðan 2007. Símun Poulsen sigldi nógv ár, bæði á Føroyaleiðini og úti, áðrenn hann byrjaði á Vinnuháskúlanum og hevur eftir tørvi avloyst har sum virkandi stjóri.
Nýggi stjórin byrjaï í starvinum 1. juli 2020.