Allahalgunarhald á Vinnuháskúlanum 2020
Sjómansmissiónin skipar fyri minningarhaldi!
Sum siður er, so skipar Føroyska sjómansmissiónin fyri minningarhaldi teirra sjólátnu.
Minningarhaldið verður á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2, í Havn, Alla halgannadag, sunnudagin, 1. november, kl. 14.00.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, talar, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, hevur andakt. Aftaná verður farið niðan í viðarlundina, har løgmaður leggur krans, vegna Føroya fólk, og prestur hevur bøn og lýsir signing.
Øll eru vælkomin at vera við.