Vitjan umborð á Norrønu
Norrøna kom í føroyska flotan í 2003 og er einasta ferðamannaskipið, ið røkir regluligan ferðafólkaflutning í Norðuratlanshavi. Í desembur í fjør fór Norrøna í dokk og 8. mars í ár sóu føroyingar úrslitið av umfevnandi umbyggingini. Herfyri vitjaði maskinmeistaraflokkur umborð á Norrønu. Eyðun Djurhuus, ið er annar av maskinstjórunum umborð, var so beinasamur at vísa flokkinum og lærarunum, ið vóru vit á túrinum, runt umborð á flaggskipi føroyinga. Eyðun greiddi frá um nýggju og betraðu ventilatiónsskipanina umborð, um breiðkanina av skipinum og um ovasta dekkið, stásiliga dekk 10, ið er bygt omaná skipið, meðan Norrøna hevur verið í dokk. Eyðun Djurhuus greiddi somuleiðis frá um arbeiðið sum maskinmeistari og maskinstjóri umborð. Vit prátaðu m.a. um maskinrúmsleiðslu, um trygd, tjekklistar og ISM kotuna, um rós og viðurkenning fyri gott arbeiði, um vaktarhald og um serligu skipanina í maskinrúminum, sum gevur nýútbúnum maskinmeistarum neyðugu siglingstíðina.
Mynd (th): Smyril Line
Les meira um vitjanina og síggj fleiri myndir á Facebooksíðuni hjá Vinnuháskúlanum: https://www.facebook.com/vinnuhaskulin/