Faroe Ship vitjar Vinnuháskúlan

Herfyri var gestafyrilestur á Vinnuháskúlanum við Boga P. Nielsen, stjóra á Faroe Ship. Bogi tosaði um søgu og virksemi felagsins, og um avbjóðingar, sum farmaflutningsvinnan upplivir í hesum tíðum. Faroe Ship varð stovnað í 1919 sum Skipafelagið Föroyar, og er eitt av leiðandi farmaflutnings- og logistikkfeløgunum um okkara leiðir. Í 2004 bleiv Faroe Ship partur av Eimskip samtakinum. Eimskip hevur í sínum netverki 60 skrivstovur í 20 londum, og starvast áleið 1700 fólk samtakinum, umframt at flotin telur 21 skip. Høvuðsskrivstovan hjá Faroe Ship er á Eystarubryggju, og koma fimm bingjuskip hjá felagnum á Havnina um vikuna við farmi, umframt at felagið hevur frystigoymslu í Klaksvík og virksemi á Tvøroyri eisini.

Føroyingar útflyta eitt nú fisk og fiskavørur til marknaðir um allan heim. Megin partur av innflutninginum í Føroyum kemur úr Danmark, og eru donsku veitararnir kendir fyri teirra tænastu- og samstarvssinni. Nakað av flutningi er eisini til og frá Stórabretlandi. Men ein nýggjur marknaður, sum sær spennandi út, sambært Boga P. Nielsen, er USA. Sum partur av flutningskervinum hjá Eimskip røkkur Faroe Ship langt út í heim. Harumframt er Faroe Ship umboð fyri Mærsk í Føroyum.

Sum flutningsfelag mást tú vera fleksibult, tí marknaðir flyta seg so ómetaliga skjótt. Koronafarsóttin hevur havt sínar avbjóðingar við sær, eisini tá ið hugsað verður um altjóða flutning og handil. Eftirspurningurin eftir vørum, ið flestar verða framleiddar eystanfyri, er stórur, og mugu øll liðini í veitingarketuni spæla væl saman, skulu hesar vørur koma fram til kundan so skjótt og ómakaleyst sum gjørligt.  

Óstøðugleiki hevur valdað í hesi veitingarketu orsakað av eitt nú átøkum í sambandi við COVID-19 og einum øktum eftirspurningi, og hevur flutningskervið sum heild ikki megnað at fylgja við. Lastbilasjafførar og goymslufólk vanta í hópatali í fleiri londum, og terminalplássið í stóru havnunum er avmarkað, og skapar hetta ferðslutøppar í fleiri havnum. Hetta førir við sær seinkingar og dýrkar prísin á flutningi. Tó at bingjuskipini og onnur handilsskip hava munandi størri kapasitet í dag enn fyrr, uppliva vit seinkingar og vørutrot nógva staðni, og verður mett, at vit mugu inn í 2023 áðrenn hetta kemur púrasta á beint aftur. Úti í heimi hava vit eisini sæð dømi um, at handlar, heilsølur og einstaklingar leggja stórt inn undir seg, og skapar hetta somuleiðis økt vørutrot og seinkingar.


Eitt sera viðkomandi evni í sambandi við farmaflutning, er burðardygd og grønar orkuloysnir. Helst er lættari at finna grønar orkuloysnir til tann partin av flutningskervinum, ið er á landi, men nevndi Bogi P. Nielsen, at at Faroe Ship hevur sett sær sum mál at lækka útlátið á landi (scope 1 scope 2) við 50% við støði í tølum frá 2020 áðrenn 2030.

Vinnuháskúlin takkar Boga P. Nielsen, stjóra, fyri áhugaverda fyrilesturin.

Myndir: Faroe Ship og Vinnuháskúlin

Bogi P. Nielsen, stjóri á Faroe Ship, greiðir komandi Skipsførarum og Maskinmeistarum frá um virksemið hjá felagnum
Vinnuháskúlin – heystið 2021