Vinnuháskúlin og TORM A/S hava undirskrivað avtalu um starvsvenjing
Á myndini síggja vit teir báðar saman við Símuni Poulsen, skúlastjóra á Vinnuháskúlanum.
Vinnuháskúlin hevur fingið starvsvenjingaravtalu í lag við danska tangaskipareiðaríið TORM A/S.
TORM hevur í løtuni 81 framkomin tangaskip í sínum flota. Vinnuháskúlin metir, at tað fer at styrkja um aspirantskipanirnar á Vinnuháskúlanum, at norðurlendsk reiðarí leggjast afturat núverandi føroysku reiðaríum.
Fyri tann aspirantlesandi merkir tað, at tey sleppa at royna seg umborð á ymsum skipasløgum, tá ið tey skulu í starvsvenjing á sjónum.
Við hesi reiðaríavtaluni eru samstarvsfelagarnir: P/F Thor, Smyril Line, Bakkafrost, Skansi, Vørn, Havstovan, SEV, MEST, KSS, KJ-Hydraulik, Standferðslan og TORM.
Á Vinnuháskúlanum ber til at lesa til maskinmeistara, maskinist, skipara og skipsførara. Umframt hetta hevur skúlin eina skeiðsdeild og trygdardepil við Áir.
Á skúlanum ganga um 180 lesandi, og flestu teirra hava annaðhvørt lærutíð ella siglingstíð frammanundan, tá ið tey fara undir at útbúgva seg víðari á Vinnuháskúlanum.
Á skúlanum ganga eisini maskinmeistara- og skipsføraraaspirantar, ið hava miðnámsútbúgving frammanundan, og sum fáa siglingstíð sum part av útbúgvingini.
Í 2015 tók Vinnuháskúlin á fyrsta sinni inn skipsføraraaspirantar, og í 2018 byrjaðu fyrstu maskinmeistaraaspirantarnir á skúlanum.
Í sambandi við, at henda samstarvsavtala við TORM er fingin í lag, vitjaðu Jan Lindgaard Høyer, leiðari fyri Training & Recruitment og Jógvan Trondesen Andreasen, Catering Manager hjá TORM, Vinnuháskúlan og høvdu framløgu fyri lesandi og starvsfólki á skúlanum.