Persónsupplýsingarpolitikkur

Fyri at skipa Vinnuháskúlan og fyri at kunna veita útbúgvingarmøguleikar og skeiðstilboð, eru tað nakrir persónsupplýsingar, ið vit hava tørv á at viðgera. Okkara persónsupplýsingarpolitikkur er ætlaður sum ein hjálp fyri at skilja, hvørjar upplýsingar vit hava tørv á, hví vit innsamla teir og hvat vit brúka upplýsingarnar til. Hetta eru týdningarmiklir upplýsingar, so vit vóna, at tú gevur tær tíð at lesa hesa mannagongd.

Um tú hevur spurningar ella ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at venda tær til okkara dátuábyrgdara.

Viðgerð av tínum persónsupplýsingum

Vinnuháskúlin viðgerð persónsupplýsingar, ið eru latnir til okkum í samband við

  • Umsókn um upptøku til eitt útbúgvingartilboð ella skeiðsluttøku
  • Um tú ert lesandi á Vinnuháskúlanum ella tú luttekur á skeiði á Vinnuháskúlanum
  • Umsóknir til størv á Vinnuháskúlanum
  • Starvssetan á Vinnuháskúlanum

Persónsupplýsingar verða viðgjørdir í samsvari við okkara persónsupplýsingarpolitikk, ið er gjørdur útfrá galdandi reglum um viðgerð av persónsupplýsingum.

Vinnuháskúlin viðger persónsupplýsingar fyri at liva upp til okkara skyldur yvir fyri tær í samband við títt útbúgvingartilboð ella skeiðsluttøku, starvssetan á Vinnuháskúlanum og okkara skyldur sum útbúgvingarstovnur undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Vanliga snúgva hesir persónsupplýsingar seg um:

  • Navn, adressu, telefon, teldupost
  • P-tal
  • Upptøkugrundarlag, tvs. upplýsingar um útbúgvingar og starvssetanir frá fyrr
  • Próvskjøl ella onnur skjøl/dokumentasjón fyri gjøgnumførdar útbúgvingar

Varðveitsla og strikan

Vit stremba eftir at strika (ella anonymisera) persónsupplýsingar, so skjótt teir ikki hava nakran týdning. Tó skal Vinnuháskúlin sambært kunngerð goyma teir upplýsingar, ið eru neyðugir fyri at útskriva prógv, í 30 ár eftir at próvtøkan ella royndin er staðin.

Tíni rættindir í samband við vernd av persónsupplýsingum

Í samband við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, hevur tú fleiri rættindir:

  • Rættin til at móttaka upplýsingar um, hvussu vit viðgera tínar persónsupplýsingar (upplýsingarskylda).
  • Rættin til at fáa innlit í tínar persónsupplýsingar.
  • Rættin til at fáa órættar persónsupplýsingar strikaðar.
  • Rættin til at fáa tínar persónsupplýsingar strikaðar.
  • Rættin til at nokta fyri at persónsupplýsingar verða brúktir til beinleiðis marknaðarføring.
  • Rættin til at nokta fyri sjálvirkandi einstaklinga avgerðum, íroknað profilering.
  • Rættin til at flyta tínar persónsupplýsingar (dátuflutning).

Tá allar umbønir skulu viðgerast av okkara dátuviðgera, vil tað verða svarað so skjótt sum gjørligt, men viðgerartíðin kann taka upp til ein mánað. Um umbønin er serliga umfatandi kann heimild verða givin til longri svartíð. Allar umbønir verða viðgjørdar einsæris.

Vit kunnu avvísa umbønir, ið eru órímuliga endurtakandi, krevja ósamsvarandi nógva tekniska uppílegging (t.d. at menna eina nýggja skipan ella broyta núverandi siðvenjur munandi), ávirka verjuna av persónligum upplýsingum hjá øðrum, ella okkurt, ið vil verða óhóskandi víðgongt (t.d. umbønir um upplýsingar, ið eru goymdir sum trygdaravrit).

Um vit kunnu rætta upplýsingar, gera vit tað sjálvandi ókeypis, um tað ikki krevur serliga stóra arbeiðsorku. Vit stremba eftir at viðlíkahalda okkara tænastur á ein slíkan hátt, at teir eru vardir fyri skeiva ella skaðiliga oyðilegging. Tá ið vit sletta tínar persónsupplýsingar frá okkara tænastum, er tað tí møguleiki fyri, at vit ikki altíð sletta tilhoyrandi avrit frá okkara servara beinanvegin, og tað er heldur ikki sikkurt, at upplýsingarnir verða slettaðir frá okkara trygdaravritsskipanum.

Tú kanst sum skrásettur seta teg í samband við dátuábyrgdaran hjá Vinnuháskúlanum viðvíkjandi spurningum um viðgerð av tínum persónsupplýsingum og um útinnan av tínum rættindum sambært persónsupplýsingarlógini. Sí kontaktupplýsingar síðst í hesum skjali. Tú kanst til eina og hvørja tíð klaga til Dátueftirlitið. Tú kanst eisini seta teg í samband við Dátueftirlitið umvegis teirra heimasíðu www.dat.fo

Persónsupplýsingar, ið vit geva víðari

Persónsupplýsingar verða bert givnir víðari í tann mun tað er neyðugt fyri at halda okkara skyldir sum útbúgvingar- og skeiðsveitari í mun til lesandi, skeiðsluttakarar og sum arbeiðsgevari fyri starvsfólk hjá stovninum. Vinnuháskúlin gevur bert persónsupplýsingar víðari í tann mun tað er lógarheimild til tess, og tað er partur av eini sáttmálaavtalu ella at samtykki er givið til tess frá tí skrásetta. Vinnuháskúlin ger dátuviðgeraravtalur í tann mun tað er kravt.

Vinnuháskúlin kann deila upplýsingar, ið ikki eyðmerkja persónar, við almenningin, aðalráðini og okkara samstarvspartar. Vit kunnu t.d. deila upplýsingar við almenningin fyri at vísa gongdina um talið av lesandi á teimum maritimu útbúgvingunum.

Kunningartryggleiki

Vit arbeiða miðvíst við at verja Vinnuháskúlan og okkara starvsfólk móti ólógligari atgongd, broytingum, almannakunngerðing ella oyðileggjan av persónsupplýsingum, ið vit goyma.

Vit hava innført fylgjandi bygnað og vanligar tekniskar fyriskipanir á Vinnuháskúlanum:

  • Antivirus á øllum KT-skipanum, ið viðgera persónsupplýsingar
  • Backup á øllum KT-skipanum, ið viðgera persónsupplýsingar
  • Gera brúk av branchetypiskum KT-skipanum til persónsviðgerarvirksemi
  • Avmarka atgongd til persónsupplýsingar, so bert verður givið atgongd, har tað er neyðugt
  • Dátuviðgeraravtalur við veitarar, ið viðgera persónsupplýsingar vegna Vinnuháskúlan
  • Vegleiðing og awareness venjing í tryggari viðgerð av persónsupplýsingum og kunningarvirksemi fyri starvsfólkum, ið hava atgongd til kunningarskipanir
  • Leypandi váðameting og skjalfesting av øllum skipanum, ið viðgera persónsupplýsingar, fyri at tryggja eitt upplýst grundarlag fyri tryggleikastøðið av persónsdátuviðgerðini hjá Vinnuháskúlanum

Hald av avtalum og samstarv við umsjónarmyndugleikar

Vit gjøgnumganga javnan, at vit yvirhalda okkara persónsdátupolitikk og KT-trygdarfyriskipan. Tá vit móttaka formellar skrivligar klagur, seta vit okkum í samband við avsendaran fyri at fylgja upp uppá klaguna. Vit samstarva við teir lóggevandi myndugleikarnar, ið umsita økið, t.d. Dátueftirlitið, um at loysa klagur um yvirføring av persónligum upplýsingum, ið vit ikki kunnu avgreiða beinleiðis við okkara brúkarar.

Broytingar

Okkara persónsdátupolitikkur kann broytast frá tíð til aðra. Vit avmarka ikki tíni rættindi í mun til henda persónsdátupolitikk uttan at tú heilt klárt gevur samtykki. Møguligar broytingar av hesum persónsdátupolitikki verður fráboðaður á okkara heimasíðu, og um tað henda munandi broytingar, vilja vit gera vart við hesar á ein meira eyðsýndan hátt (fyri ávísar tænastur upplýsa vit m.a. um broytingar umvegis teldupost)

Um tú hevur spurningar, ella ynskir tú nágreiniligari upplýsingar, ert tú vælkomin at venda tær til okkara dátuviðgerarfólk.

Samband

Skrivstovufólkini fyri lestaraumsitingina

Dátuviðgerar: Maria Lava Jakobsen og Joan B. Poulsen

Teldupostur: maria@vh.fo 

Teldupostur: joanbp@vh.fo

Tlf.: 350250/269011/219529

Dátuábyrgd

Vinnuháskúlin – centre of maritime studies and engineering

Nóatún 2

100 Tórshavn

Føroyar

Tlf.: 350250

Teldupostur: info@vh.fo

V-tal: 559911

EAN-nr. 579710000614

Kontaktupplýsingar Dátuverndarfólk

UMMR

Katrin Jakobsen, løgfrøðingur

Tlf.: 555055

Teldupostur: katrinj@bumr.fo