Fyri at verða tikin upp á maskinmeistaraútbúgvingina skal umsøkjari í minsta lagi hava:

  • Fráfaringarroynd fólkaskúlans í lærugreinunum enskt, alisfrøði, evnafrøði og støddfrøði við í minsta lagi próvtalinum 02 ella 6 í gamla próvtalslistnum í hvørjari lærugrein
  • Handverkaraútbúgving innan metal ella el
  • SIT 2 ella Yrkisnám 4 innan metal ella el, umframt starvsvenjing íminst 9 mánaðir.
  • Góðkend skeið sum dreying, fresing ella sveising, sum ikki hava verið partur av handverkara- ella yrkisútbúgvingini


Umsóknarfreistin er 15. juni og 15. januar.

Upptikið verður eftir raðfylgju, sum umsóknirnar koma inn treytað av, at umsøkjarar lúka upptøkukrøvini.

Leiðsla skúlans kann í ávísum føri geva undantak um umsøkjari ikki lýkur ásettu upptøkutreytirnar, men hevur aðra viðkomandi yrkisútbúgving ella drúgvar starvsroyndir innan maskin ella metaløki.

Sí annars:
Kunngerð um maskimeistaraútbúgving
Løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum