Prát um etikk á Vinnuháskúlanum !
Hósmorgunin 23. apríl var gestafyrilestur á skúlanum við Jógvani D. Hansen, lærara í heimspeki.
Fyrilesturin var fyri flokkunum S5, M5 og S4, ið hava fakini Leiðsla & fyriskipan og Mentanarsiðir hesa skúlahálvuna. Hetta varð ein upplýsandi og spennandi fyrilestur, ið bæði gav og kravdi nakað av áhoyrarunum.
Jógvan kom m.a. inn á dygdaretikkina, sinnalagsetikkina/pligtetikkina, konsekvensetikkina/utilitarismuna og kommunikativu etikkina. Við øðrum orðum, um Platon, Socrates, Aristoteles, Bentham, Kant og Habermas. Etikkur og virðir eru grundleggjandi í okkara samfelagi og fyri øll menniskjanslig sambond. Hesi eru sostatt umráðandi fyri næmingar okkara, sum komandi leiðarar á sjónum.
Áhugin var stórur, og trupult var at runda av, tá ið tríggir undirvísingartímar vóru farnir. Skúlin vil fegin takka Jógvani fyri eina spennandi framløgu og prát.