Vitjan umborð á NORÐBORG

Vitjan umborð á NORÐBORG

M4, maskinmeistaraflokkurin, var hósdagin 10.03.2016 á vitjan umborð á NORÐBORG, sum lá við bryggju í Tórshavn.

Lesandi dáma altíð væl at koma umborð á skip fyri at síggja, hvussu tað, sum tey dagliga lesa um virkar í dagligdegnum. Maskinmeistarar og onnur umborð gera sær ómæk fyri at greiða frá hvussu tað virkar umborð.

Við teimum lesandi umborð á Norðborg, vóru Claus Thomsen, Poul Kristian Henriksen og Ólavur Joensen, lærarar.

Vit takka reiðaríið og manning umborð á Norðborg fyri vitjanina.

Ólavur