Vitjan umborð á Maersk Lifter
Skipsføraralesandi vitja umborð á Maersk Lifter
Týsmorgunin vóru teir tríggir skipsføraraflokkarnir á Vinnuháskúlanum á vitjan umborð á Maersk Lifter, ið liggur við bryggju í havn.
Mærsk Lifter, ið er gott 90 metrar til longdar og um 23 metrar breitt, er veitingarskip í frálandavinnuni og er eitt av sokallaðu L-týpu skipunum hjá Maersk Supply Service. Skipið fæst við at flyta oljuboripallar og verður eisini nýtt sum projektskip. Manningin umborð á Maersk Lifter telir um 15 mans og fleiri tjóðskapir. Skipið er í løtuni leigað av BP og er nú farið út ímóti Magnusi boripallinum, norðast í bretskum øki, at flyta ein boripall. Við um 23.500 hestum og einum pelatrekki uppá áleið 280 tons er Maersk Lifter ein av stóru ‘anchor handlarunum’ í vinnuni, og er skipið útgjørt við DP skipan. DP er stytting fyri Dynamic Positioning og er teldustýrd skipan, sum sjálvvirkandi heldur skipinum á eini støðu við at nýta skrúvur og síðuskrúvur.
Vinnuháskúlin vil fegin takka Kjartani Mohr, skipara umborð á Maersk Lifter, fyri beinasemið og áhugaverda gjøgnumgongd av útgerð og mannagongdum. Lærarar við á túrinum vóru Dania Toftheyggj, Barbara á Rógvi og Pól Niklái Thorkildshøj. Pól Niklái Thorkildshøj er DP leiðari á Vinnuhákúlanum og hevur drúgvar royndir úr frálandavinnuni. Pól Niklái hevur verið skipari hjá Maersk Supply Service og Vestland Offshore og hevur eitt nú siglt nógv við Maersk Assister og Maersk Advancer, ið eru systirskip hjá Maersk Lifter. Hann kundi tískil greiða flokkunum frá arbeiðnum og útgerðini umborð á slíkum skipi.