Bátavenjing umborð á Norrønu
Bátavenjing umborð á Norrønu
Mánamorgunin 9. mai varð skipað fyri bátavenjing umborð á Norrønu fyri manningini.
Ein skipsføraraflokkur á Vinnuháskúlinum var so heppin, at sleppa at luttaka saman við flokslærara teirra. Lopið varð gjøgnum eina ‘hosu’ niður í bjargingabátin góðar 12 metrar longri niðri, og síðani vórðu tey luttakandi sigld til lands í báti.
Trygdin er í hásæti umborð á Norrønu, og umframt regluligu venjingarnar umborð, skipar Smyril Line fyri slíkum bátavenjingum á øðrum-triðja hvørjum ári fyri allari manningini.
Vinnuháskúlin vil fegin takka Smyril Line og Maritima stjóra teirra, Rúna Olsen, fyri hesa serstøku uppliving. Eisini ein serlig tøkk til Paula Højgaard, Yvirstýrimann, og manningina fyri beinasemið meðan vant varð.
Flokslærarin frá Vinnuháskúlanum, sum var við, var Barbara á Rógvi.