Vitjan á MBM mjólkavirkinum
150 tons av mjólk og mjólkaúrdráttum um vikuna !
Mánamorgunin 30. mai vóru maskinmeistaralesandi á Vinnuháskúlanum og vitjaðu á MBM í Havn saman við tveimum lærarum á skúlanum.
Á MBM er góðskan í hásæti. Einstøku bøndirnir leggja seg eftir at veita ta bestu mjólkina til MBM, sum síðani virkar mjólkina til ymsu mjólkaúrdráttirnar á virkinum í Hoyvík. Fyri at fáa røttu góðskuna mást tú hava rættar mannagongdir, innanhýsis góðskukanningar, dygdargóðar maskinur og gott fólk, bæði í framleiðsluni og á skrivstovnuni. MBM roynir áhaldandi at dagføra seg, bæði tá ið útbúnaður, framleiðsla og søla- og marknaðarførsla viðvíkur.
Fyri góðum ári síðani valdi MBM at gera íløgur í fýra nýggjar ketlar á 400kw hvør. Hesir ketlar framleiða damp til virkið, og teir koma serstakliga væl við, tá ið virkið framleiðir UHT vørur, ið eru haldførar vørur, ið krevja nógva orku at framleiða. Harumframt eru ketlarnir við til at tryggja framhald í framleiðsluni. Nógvar dygdargóðar maskinur eru í høllini, m.a. eitt tólmenni, ið hjálpur at seta vørur á plattar. Hetta hevur lætt nógv um arbeiðið.
Rúni M. Simonsen er maskinmaður á MBM og greiddi okkum frá hesum partinum av virkinum. Rógvi Weyhe, virkisleiðari, greiddi frá sjálvari framleiðsluni frá tí, at mjólkin verður koyrd í tangarnar og til hon stendur pakkað, klár at koyra út til handlarnar. Eisini frættu vit um spennandi verkætlanina hjá MBM, nú virkið er farið undir at ræsa ostar úti í Koltri.
Vinnuháskúlin vil fegin takka MBM, Rógva Weyhe og Rúna M. Simonsen fyri eina góða og áhugaverda gjøgnumgongd av virkinum og virkseminum, og MBM fyri beinasemið í sambandi við vitjanina.
Lærarar sum vóru við vóru: Barbara á Rógvi og Søren Antoft.