Vitjan av Marine Harvest
Tað gongur við rúkandi ferð hjá Marine Harvest.
Vinnuháskúlin fær javnan vitjan av fólki, sum arbeiðir úti í vinnuni, og nú um dagarnar var Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á alivirkinum P/F Marine Harvest Faroes, á vitjan at greiða frá felagnum og føroyskari aling sum heild.
Fyrilesturin var ætlaður skipsføraraflokkinum í S5 og maskinmeistaraflokkinum í M5 innan lærugreinina Leiðsla, men hópur at næmingum úr øðrum flokkum vóru eisini og lurtaðu.
Stutt kan sigast, at tað gongur ómetaliga væl hjá Marine Harvest og føroyskari aling, men vinnan hevur stórar lívfrøðiligar váðar sum mugu takast í størsta álvara.
Rakstrarúrslitið hjá Marine Harvest kemur í 2016 at totta upp ímóti 200 mill. kr. sum er nógv tað besta úrslitið hjá felagnum yvirhøvur. Framleiðslunøgdin er nakað hægri enn í 2015, men serliga er tað tann góði laksaprísurin sum gevur góða úrslitið.
Størsti lívfrøðligi váðin í alingini í løtuni er laksalúsin. Evnini sum hava verið brúkt móti lús virka verri og verri, og tí er lúsastøðan vesnað seinastu árini. Hetta er ein avbjóðing sum vinnan tekur í størsta álvara og eitt av intrivunum sum felagið ger er, at seta Rognkels í ringarnar. Rognkels etur laksalús og hesar royndir hava víst seg, at roynast væl. Hinvegin er biomassin í føroyskari aling øktur seinastu árini og tað hevur sjálvsagt øktan váða við sær.
Marine Harvest ger stórar íløgur í størri smoltframleiðslu á Hellunum og tá ið smoltstøðin er liðugt útbygd, verður smoltkapaciteturin trífaldaður. Tá verður møguligt at framleiða nógv størri smolt á støðini og framleiðslutíðin á sjóvnum kann tí styttast. At fiskurin verður stytri í sjóvnum er jaligt fyri lívfrøðiliga váðan, men felagið fær eisini møguleika fyri at fáa eina betri nýtslu av aliøkinum hjá felagnum. Felagið hevur bert 3 økir sum eru í Haldórsvík og á Oyndarfirði, umframt at felagið er byrjað í heilt smáum við tveimum aliringum á Sandsvág, ið er eitt rættiliga harbalt aliøki.