Tveir spennandi fyrilestrar

Tveir spennandi fyrilestrar á Vinnuháskúlanum

Í desember vóru tveir spennandi fyrilestrar á Vinnuháskúlanum. Fyrri fyrilesturin var við Alex Ocampo, lærara á Glasum. Alex greiddi komandi maskinmeistarum og skipsførarum frá um filippinska mentan og samfelag. Seinni fyrilesturin var við Hera Schwartz Jacobsen, sum saman við pápa sínum hevur skapt hitavekslaran, ið fyritøka teirra, Defined Energy, mennir víðari.

Tvær líkar tjóðir
Sjófólkið er ein stór og týðandi útflutningsvinna í Filippinunum, og landið eigur í dag størsta partin av siglandi fólkinum á heimshøvunum. Alex Ocampo, ið sjálvur er filippini, hevur búð í Føroym síðani 1989 saman við familju síni.

Føroyar og Filippinurnar eru líkar á fleiri økjum. Filippinar eru familjukært fólk, eins og føroyingar. “Mañana” hugburðurin og lívsnjótan eyðkenna filippinska samfelagið. Talað verður um ‘filippinska tíð,’ og hetta merkir, eins og í Føroyum, at tú hevur lyndindi til at koma ov seint til avtalur. Kropsmál og tóni er stórur partur av samskiftinum, og filippinar hava, eins og føroyingar, eitt friðarligt kropsmál.

Filippinar eru sosialt fólk, tað er lætt at fáa vinir, veitslurnar eru stórar og fólkaríkar, og vinaløg hava ómetaliga nógv at týða fyri tann einstaka. Tey yngru bæði virða og liva saman við eldra ættarliðnum, og tað er púra óhugsandi at senda foreldur síni á ellisheim. Hetta er knýtt at einum ómetaliga stórum takksemi, “utang na loob”, til tey, ið veita tær eina hjálpandi hond.

Siglir tú saman við filippinum, leggur til merkis at tey sum heild eru fólkalig, láturmild, skemtingarsom, og eru bjartskygd um støðuna, tey sjálvi eru í – eisini sjálvt um hon er trupul. Filippinski sjómaðurin er loyalur, viðkvæmur og ynskir sátt og semju í bólkinum, hann er partur av. Eisini roynir hann, alt tað hann er mentur, at umgangast “hiya” – at verða gjørdur til skammar. Æra og umdømi hava ómetaliga nógv at týða fyri filippinar.

Virðir tú filippinska starvsfelaga tín, og veitir honum eina hjálpandi hond í arbeiðnum umborð, fært tú tað fleirfalt aftur og ein vin fyri lívið.

Defined Energy – ein áhguaverd føroysk fyritøka í vøkstri
“Skal tú livað av og í tínum uppfinningum, er av týdningi, at tú hevur hjartað við. Vegurin frá hugskoti til marknað er sjálvdan ein bein rás, men tað er júst av teimum mongu umvegunum og forðingunum, at tú búnast og mennist sum menniskja og íverkseti. Og tú gerst ikki millióningur eftir einum hálvum ári!” Hetta sannkennir Heri nú hann hyggur afturá seinastu átta árini sum íverkseti og tekniskur stjóri í fyritøkuni Defined Energy.

Í 2008 fekk Heri hugskotið til hitavekslaran. Hann stóð undir brúsinum og grunaði um, hvussu hann kundi standa longri undir brúsuni uttan at tað skuldi dýrka oljurokningina hjá foreldur sínum. Hann fortaldi pápa sínum um hugskotið, og teir báðir fóru til verka beinanvegin.

Lívið sum uppfinnari, íverkseti og sjálvstøðugur vinnurekandi er ikki altíð ein dansur á rósum, men ert tú heppin og hevur góð fólk aftrat tær, kann tað eydnast hjá tær. Men tað krevur stóra arbeiðsorku og eitt gott netverk. Heri sannkennir, at hann ikki hevði verið har, hann er í dag við hitavekslaranum, uttan góða hjálp frá familju og nærumhvørvi.

Hitavekslarin er royndarkoyrdur, m.a. í Svimjihøllini í Gundadali, og verður í løtuni framleiddur til marknaðin á verksmiðju í Týslandi. Høvuðsmarknaðirnir eru Norðurlond, men eisini Bretland og Týskland eru áhugaverdir marknaðir.

Spurdur, um hann hevur góð ráð til spírandi íverksetar, sigur hann, at týdningarmikið er, at raðfesta ein góðan “business plan” frá byrjan, og at hava góð fólk aftrat sær.

Vinnuháskúlin takkar teimum báðum, Hera Schwartz Jacobsen og Alex Ocampo, fyri áhugaverdar og viðkomandi fyrilestrar. Fyrilestrarnir eru partur av fakunum Mentan og samfelag og Leiðsla & fyriskipan.

Hygg at áhugaverda filminum um Defined Energy her: https://www.youtube.com/watch?v=WauIvPlbnDo

Les meira um hitavekslaran (á enskum): http://definedenergy.com/