Allhalgannadagur 2021

Allahalgannahald á Vinnuháskúlanum 1. novembur

Føroyska sjómansmissiónin skipar aftur í ár fyri “Minningarhald teirra sjólátnu” allahalgannadag, 1. novembur.
Minningarhaldið verður á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2 í Havn, mánadagin 1. novembur kl. 14.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, tala.
Aftaná verður kransur lagdur við minnisvarðan í Viðarlundini.
Øll eru vælkomin til løtuna.