Álvur Højgaard, reiðari, ein sera áhugaverdan fyrilestur

Fleksibilitetur er lykilin til framburð !

Mánadagin 23. mai 2016 helt Álvur Højgaard, reiðari, ein sera áhugaverdan fyrilestur á Vinnuháskúlanum.  Álvur er reiðari hjá Frakt og Sand, ið er ein føroysk flutningsfyritøka. Fyritøkan byrjaði sítt virksemi  sum sandsøla í 1966 við einari gamlari slupp. Fyritøkan hevurí dag ment seg til eina flutningsfyritøku við 6 framkomnum farmaskipum.

Skipini arbeiða serliga við flutningi av alifóðri og fiskamjøli í Føroyum, Norra og Íslandi. Tað starvast uml. 75 fólk í fyritøkuni, harav uml. 60 føroysk sjófólk. Álvur dugdi væl at lýsa førleikarnar og eginleikarnar hjá sjófólkinum, ið tey í reiðarínum settu prís uppá. Hann nevndi m.a. týdningin av fleksibiliteti hjá sjófólkunum og hjá fyritøkuni sum heild.

Tey lesandi settu fleiri viðkomandi spurningar, og Álvur dugdi sera væl at svara teimum ymisku spurningunum. Vit á Vinnuháskúlanum meta, at bæði lesandi og lærarar fingu nógv burturúr fyrilestrinum, og vilja vit á Vinnuháskúlanum fegin takka  Álvi Højgaard fyri vitjanina.


Lærarar vóru Símun Poulsen, Ingolf Joensen og Barbara á Rógvi.