Við aspirantskipanini hjá Vinnuháskúlanum kanst tú útbúgva teg til skipara, skipsførara og maskinmeistara beinanvegin
Útbúgvingin er ein miðvís leiðsluútbúgving til tín, ið vil sjógvin
Søk

Á sjónum ráða føroyingar. Sjógvurin ger føroyingar ríkari. Men tað kostar, tí tú mást ofra teg hvønn dag. Tað er ikki fyri øll. Tú fert at møðast og stríðast, men takkarlønin er heimsklassi.

VÆLKOMIN Í HEIMSKLASSAN
Við aspirantskipanini hjá Vinnuháskúlanum kanst tú útbúgva teg til skipara, skipsførara og maskinmeistara.

Siglingartíðin er partur av útbúgvingini. Útbúgvingin er ein miðvís leiðsluútbúgving til tín, ið vil sjógvin.

Byrjar í januar og august
Umsøknarfreistin er 15. januar og 15. juni
Upptøkukrøvini til útbúgvingina eru miðnámsprógv
Til skipsførara er útbúgvingartíðin 4 ár
og til maskinmeistara 4 1/2 ár
Á Vinnuháskúlanum í Tórshavn
Útbúgvingin er hægri lestur og gevur útbúgvingarstuðul alt lestrartíðarskeiðið



A1
ASPIRANTSKIPAN / STIG 1
SKIPARI





A2
ASPIRANTSKIPAN / STIG 2
SKIPSFØRARI











A
ASPIRANTSKIPAN
MASKINMEISTARI






Skipari,
Maribo Maersk Marius í Garðastovu, er í dag skipari á einum av heimsins størstu skipum, Maribo Mærsk. Sjómansskapin fekk hann í blóðið longu sum smádrongur. Bara átta ára gamal var hann fyrstu ferð til skips.

Leiðin
Sum ungur sigldi Marius ofta við abba sínum, og annars sigldi hann við pápa sínum í summarfrítíðini við nótabátinum Vestmenningur II. Sum 16 ára gamal sigldi hann í Onglandi, har hann umframt hetta lærdi enskt. Tá Marius hevði fingið pappír sum skipsførari, slapp hann við A.P. Møller beinanvegin. Har sigldi hann fyrst við smærri bingjuskipunum, Siciliu Maersk, og síðani teimum sonevndu garasjubátunum fyri amerikanska herin í flógvakrígnum. Aftaná slapp hann at sigla við millum annað M-bátum, K-bátum, S-bátum og skúlaskipinum Albert Maersk. Tað gjørdist heilt spennandi, tá hann fekk álitið at fáa næstan 400 metra langa bingjuskipið Emmu Maersk í sigling. Hann var við í fyrireikingunum í nýbygninginum og gjørdist eisini fyrsti skipari. Í dag stendur Marius á brúnni á einum av størstu skipunum hjá reiðarínum, Maribo Maersk.

Skipari,
Queen Elizabeth Inger Klein Thorhauge er fyrsti kvinnuligi skiparin nakrantíð hjá felagnum Cunard Line. Í dag stýrir vestmenningurin ferðamannaskipinum Queen Elizabeth.

Leiðin
Tá Inger Klein Thorhauge var 16 ár, hevði hon ikki gjørt sær nakrar ávísar tankar um sína yrkisleið. Hon valdi at royna seg sum skipsterna á farmaskipi og soleiðis birtist áhugin fyri sjónum. Í 1989 flutti Inger til Danmarkar og byrjaði á DFDS Scandinavian Seaways sum kadettur. Árini eftir tók hon sína skipsføraraútbúgving og arbeiddi á ferjum, RoRo-bátum og dreggjabátum. Síðani fekk hon arbeiði hjá Cunard Line og á Vistafjord, og næstu árini sigldi hon kring heimin við Seabourn, Princess og P&O. Í 2010 bleiv Inger Thorhauge Klein fyrsti kvinnuligi skiparin nakrantíð hjá Cunard Line. Tað var á ferðamannaskipinum Queen Victoria. Í dag stýrir hon systurskipinum Queen Elizabeth. Ferðamannaskipið er 294 metrar langt, 32 metrar breitt og hevur pláss fyri 2014 ferðafólkum. Manningin telur 980 fólk.

HEIMSKLASSIN AVGER, UM TÚ SLEPPUR UPP Í PART
SØKIR TÚ? JA