Dugnaskaparskeið til stuttleikabátar
Dugnaskaparskeið til stuttleikabátar undir 20 BT og skjóttgangandi bátar.
Í dag vóru nakrir av fleiri luttakarum, sum hava gingið til Dugnaskaparskeið til stuttleikabátar undir 20 BT og skjóttgangandi bátar, hjá Kvøldskúlanum, á simulatorskeið á Vinnuháskúlanum.
Nú var tað so tann verkligi parturin, sum skuldi gjøgnumførast, hetta varð gjørt við simulatorroynd á Vinnuháskúlanum, har 6 luttakarar hava staðið henda partin.
Vinnuháskúlin hevur higartil ætlanir um 5 skeið. Men av tí at undirtøkan hevur verði sera góð, verða tað helst fleiri hesum skeiðum í framtíðini.
Undirvísarar á skeiðnum vóru Frits Thomsen og Pól Niklái Torkildshøj, sum eru lærarar á Vinnuháskúlanum.