Eitt sameint sjúkrahúsverk – skipsføraflokkur vitjar á Landssjúkrahúsinum

At fremja broytingar kann vera ørkymlandi, men kann broytingin verða ein týdningarmikil og neyðug tilgongd

At sameina tríggjar sjálvstøðugar stovnar krevur samveru. Hetta fann leiðslan út av, tá ið farin varð undir at sameina tey trý sjúkrahúsini í Føroyum – Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús – í eitt sameint sjúkrahúsverk, samstundis sum COVID-19 av álvara byrjaði at gera um seg í Føroyum.

Sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri í Sjúkrahúsverki Føroya er Steinar Eirikstoft. Aftrat sær hevur hann tveir varastjórar á Landssjúkrahúsinum, Margit Stórá og Tummas í Garði. Sjey fólk sita í evstu leiðsluni á Sjúkrahúsverkinum, og um 1400 fólk starvast í Sjúkrahúsverkinum.

Herfyri vitjaði skipsføraraflokkur saman við lærara teirra stjórnina á Landssjúkrahúsinum, ið helt eina sera áhugaverda framløgu um Sjúkrahúsverkið. Eisini fingu vit rundsýning í nýggja og hátøkniliga H-bygninginum, ið er í gerð. Fakið Leiðsla og fyriskipan var karmur um vitjanina.

Tó at Sjúkrahúsverkið er eitt tað størsta arbeiðsplássið í Føroyum, og ein týðandi stovnur, ið týðiliga sæst aftur á fíggjarlógini hjá landinum og í samfelagnum sum heild, er Sjúkrahúsverkið lítið í mun til sjúkrahús og sjúkrahúsverk í grannalondunum. Tí skal bæði fleksibilitetur og nýhugsan til, sambært Steinari Eirikstoft, forstjóra. Í 2018 varð avgerð tikin um at knýta sjúkrahúsini saman í eitt sjúkrahúsverk. Ein ítøkilig strategi varð sett í verk fyri at røkka hesari visjónini, og arbeitt verður støðugt við at fremja tey 43 málini, ið eru partur av strategiini. At fremja broytingar kann vera ørkymlandi, men kann broytingin verða ein týdningarmikil og neyðug tilgongd, sigur Margit Stóra, varastjóri. Fyrimunirnir við at vera eitt sameint sjúkrahúsverk eru greiðir sambært sjúkrahúsleiðsluni. Tó er týdningarmikið, at loysnirnar verða lagaðar til føroysk viðurskifti. Sjúkrahúsleiðslan er ikki í iva. Tørvur er á øllum trimum sjúkrahúsunum. Og tørvur er á samstarvi og nýskapan.

Støðið undir samstarvinum og einum sameindum Sjúkrahúsverki er ein felags visjón, missión og virðisgrundarlag. Og visjónin er greið: sjúkrahúsini mynda eitt sameint sjúkrahúsverk á altjóða stigi, eyðkent fyri nýhugsan. Sjúkrahúsverkið skal bjóða og umboða dygdargóða heilsutænastu alt lívið. Vitan og tænastusinni eru grundarsteinurin í hesum, og verður arbeiðið framt við virðing fyri sjúklinginum, teimum avvarðandi og starvsfólkinum. Í broytingartilgongdini komu nógv uppskot um nýtt virðisgrundarlag, men tá ið avtornaði vórðu tað tey trý kjarnuvirðini – stev, áræði og flog – ið skulu umboða Sjúkrahúsverkið. Stev snýr seg um sambandið við sjúklingin, um felags mál og um samstarv, meðan Áræði og Flog snúgva seg um hugburð og atburð – um ábyrgd, nýhugsan og at ganga undan við nærlagni.

Vit takka Steinari, Margit og Tummasi fyri áhugaverda framløgu og beinasemið. Eisini takka vit teimum báðum, Katrini, samskiftisfólki, og Terja, maskinmeistara, fyri at tey vístu okkum runt og greiddu frá um nýggja H-bygningin, har tað tykist sum at estetikkur, snildar og gjøgnumhugsaðar, sjálvvirkandi skipanir og grønar orkuloysnir fara at fáa arbeiðið at ganga upp í eina hægri eind – um vónandi ikki alt ov leingi.