Er tað kosher?

Er tað kosher?
Gløgt er gestsins eyga, siga vit í Føroyum. At vera tilvitað um egna mentan og duga at samstarva við aðrar mentanir er týdningarmikið hjá okkum føroyingum. Serliga umborð á skipi. Slíkir førleikar eru týdningarmiklir hjá yvirmonnonum og reiðaríið at hava, og kunnu hesir førleikar vera avgerandi fyri góða samskiftið og samstarvið umborð og á landi.

Í apríl mánaði vóru tveir spennandi fyrilestrar á Vinnuháskúlanum. David Im greiddi komandi skipsførarum frá, um útlendingar í Føroyum, og um arbeiðið hjá sær sum  integrasjónssamskipari á Útlendingastovuni. David er suðurkoreani og flutti til Føroya úr USA fyri trimum árum síðani saman við konu síni, ið er føroysk. Omri Galperin, ið er ísraeli, journalistur og býr í Føroyum saman við familjuni, fortaldi okkum um ísraelska søgu og um ísraelska samfelagið í dag.  Eisini greiddi Omri frá hugtakandi upplivingum, tey hava havt seinasta árið í Føroyum. Bæði David og Omri søgdu frá serstøkum mentanareyðkennum hjá ávíkavist asiatum og ísraelum, og góvu teimum lesandi góð ráð, tá ið teir samstarva við hesar mentanir. Eisini greiddu teir frá teirra upplivingum, at flyta til Føroya, um føroyingar og føroyska mentan, og um tað, at gerast partur av føroyska samfelagnum.

At gerast partur av samfelagnum
Samlaging, t.e. integrasjón, fevnir um meira enn tað sosiala og mentanarliga. Tað lógfesta og fíggjarliga er stórur partur av gerast partur av einum samfelagi. Føroyska málið og vantandi netverk er ein stór avbjóðing hjá flestu nýkomnum í Føroyum. Størru kommunurnar hava sett samlaging á breddan, men hetta arbeiðið er júst byrjað, og ein avbjóðing hjá kommunum er tí, sambært Davidi Im, vantandi royndir og førleikar á økinum. Á Útlendingastovuni verður eisini arbeitt við at betra um tilboðini til nýkomnar føroyingar, m.a. við kunnandi heimasíðu, arbeiðsmarknaðaratgongd og eini serstakari integrasjónsætlan til tann einstaka. Atgongd til arbeiðsmarknaðin er avgerandi fyri nýkomin í Føroyum, og kunnu hesar royndir, førleikar og vitan vera ein fongur fyri føroyska samfelagið, duga vit at gagnnýta hetta á rættan hátt.


Útlendingar í Føroyum
Á leið 1300 útlendingar búgva í Føroyum. 981 av teimum hava heimstað uttan fyri Norðurlond.  Størsti bólkurin av hesum eru filippinar (146). Síðani koma tailendingar (108), rumenar (87) og pólendingar (72). Størsta tilgongdin seinnu árini er somuleiðis úr Suður-eystur Asiu. Millum hesar nýkomnu føroyingar eru heldur fleiri konufólk (57%) enn mannfólk (43%).  Børn við ikki-norðurlendskum ella føroyskum uppruna vóru 224 í tali (Útlendingastovan, 2015). 

Landið Ísrael
Ísrael er eitt samansett og fjølbroytt land, ið markar at Egyptalandi, Jordan, Sýria og Libanon. Landið er 22.072 ferkilometrar til støddar og fevnir víða í bæði hædd og hitamuni frá -5 stig um veturin til +45 stig í oyðimørkini um summarið, og frá Deyðahavinum, ið liggur heili 427m undir havfløtuna, til Hermon fjallið, ið er 2.224m høgt.

Í 2016 búðu gott átta og ein hálv milliónir íbúgvar í landinum; 73,9% jødar og 20,7% arabar. Ísraelskar kvinnur fáa í miðal 3,1 barn, og er hesin føðitíttleiki væl hægri enn í londunum rundan um okkum, og nakað hægri enn í Føroyum. Metti aldurin er somuleiðis høgur: 83,9 hjá konufólki og 80,3 hjá mannfólki.

Ein tjóð í trauma
Síðani ísraelski staturin varð stovnaður fyri skjótt 69 árum síðani, hevur tilflytingin verið støðug. Sambært Omri var og er Ísrael enn tann dag í dag ein ,,safe haven”, eitt friðskjól, hjá øllum heimsins jødum. Abbi Omri, ið var litavi, kom undan seinna heimsbardaga við lívinum, og var sjálvur frælsisstríðsmaður og partur av mótstøðurørslu í jødabýlinginum hjá nasistunum í Vilnius. Litava varð harðast rakt av jødatýningini, og gjørdi hertøkuvaldið nærum enda á øllum teimum áleið 200.000 jødisku litavunum í landinum.

Sum tjóðarbólkur í útlegd hava jødar verið undir støðugum trýsti frá skiftandi harradømum. Hesin óttin situr enn í fólkinum sambært Omri, og kunnu vit tískil tosa um eina heila tjóð við ,,post trauma.” Men ikki øll vildu jødunum ilt, og nevnir Omri Sir Nicholas Winton, ið bjargaði 669 børnum, flestu teirra jødar, undir seinna heimsbardaga, tá ið hann í loyndum skipaði so fyri, at tey vórðu flutt úr Kekkoslovaka til familjur í Bretlandi. Sambært Omri er henda trauma neyðug, tí jødar og altjóða samfelagið mugu ongantíð gloyma, hvat fór fram undir seinna heimsbardaga.

Ein litrík stoypigrýta
Ísraelskir jødar hava røtur úr øllum heimspørtum, og setur hetta veruliga sín dám á samfelagið, mentanina og á fólkið. ,,Aliyah” er hebraiskt og merkir, at jødar venda aftur úr útlegd. 3,1 milliónir jødar eru komnir til landið síðani 1948, og í 2016 komu 27.000 jødiskir tilflytarar til landið. Tá ið vit tosa um ísraelskar jødar, ber ikki til at tosa um ein bólk. Nærum helvtin av jødunum í Israel eru sekulerir, ella verðsligir, líka omanfyri ein triðjingur er meira siðbundnir og siðbundnir-religiøsir, og tíggju prosent eru ortodoksir.

Ísraelska samfelagið er veruliga ein stór stoypigrýta, bæði tá ið mentan og ætt viðvíkur, og nevnast kann, at í felagi hava Omri og kona hansara røtur úr Egyptalandi, Ungarn, Irak og Litava. Alt hetta skapar ,,Sabra’’ – fólkið, ið livir í Ísrael í dag. Matmentanin og mentanartilboðini eru somuleiðis fjølbroytt, og hevur landið ómetaliga nógv ymiskt at bjóða ferðafólki og øðrum, ið leita sær hagar. Frá søguliga býnum Jerusalem, til strendurnar og handilslívið í Tel Aviv & Jaffa, til søguliga Galileu vatnið og býin Nasaret, til Masada oyðimørkina og syðsta býin, Eliat, við Reyðahavið. Falafel er tjóðarbrellbitin í Ísrael, men tosa vit um sannan ísraelskan mat, so kemst ikki uttan um Shakshuka, ið er ein kryddað Miðeystur-eggjakaka við tomatum og øðrum góðum.

Hjálp vit eru innikavað
Fyri Omri eru Føroyar eitt stað har lívsgóðska og náttúran ganga hond í hond. Omri og konan hava verið virkin, síðani tey komu higar. Konan hevur starvast á Tjaldurs Apoteki, og umframt at hava starvast á Hotel Føroyum, hevur Omri fingist við ymsar verkætlanir, sum at gera heimagjørdan ísraelskan ost burturúr føroyskari kúgvamjólk, undirvíst hebraiskt á kvøldskúlanum, og er hann júst nú farin í holt við kanningararbeiðið í sambandi við fyrstu skaldsøgu sína, sum fer fram á Kalsoynni fyri 100 árum síðani.

Omri fortelur við eldhuga um tann morgunin í vetur, tá ið tey komu út til bilin – og bilurin var fjaldur undir kavanum. Og um tað ferðina bussskýlið uttan fyri hjá teimum koppaði í nógva vindinum. Síðani Omri og konan vitjaðu Føroyar fyri trettan árum síðani, hava Føroyar bergtikið, og gera oyggjarnar tað enn. Tá ið hann er millum ísraelar kennir Omri seg sum umboðsmaður fyri Føroyar, og er eitthvørt í ísraelskum miðlum um Føroyar, verður ringt til Omri. Spurdur um, hvat hann saknar mest, sigur hann avgjørdur: ,,Marknaðirnar”. Allar litirnar, angan, málageipanina, kryddurtirnar, rávørurnar.

Vinnuháskúlin takkar teimum báðum, David Im og Omri Galperin, fyri áhugaverdan fyrilestur og kjak. Fyrilestrarnir eru partur av fakinum Mentan og Samfelag, sum skipsføraralesandi hava fjórðu skúlahálvu.

Viðmerking: Kosher sipar til mat og annað, ið er viðgjørt eftir halgisiðum hjá jødum. Eitt nú má matvøran ikki vera fingin til vega á hvílidegnum, sabbatinum, og mugu sláturin, rávørurnar og hagreiðingin vera kosher, tvs. fylgja halgisiðunum og boðunum.