“Far við fólkinum, sum tú sjálvur vil vera viðfarin”

“Far við fólkinum, sum tú sjálvur vil verða viðfarin”

Kjartan Mohr siglir hjá Maersk Supply Service og er skipari umborð á veitingarskipinum Maersk Lifter. Týsmorgunin 18. mai vitjaði hann Vinnuháskúlan, og greiddi frá um yrkis- og arbeiðsroyndir sínar á sjónum. Eitt nú legði Kjartan dent á týdningin, at hava drúgvar siglingarroyndir, tá ið tú kemur út sum skipsførari. Arbeiðsroyndirnar á dekkinum skulu heldur ikki undirmetast hjá einum komandi yvirmanni.

Manningin umborð á Maersk Lifter telur 24 mans, sjey ymsar tjóðskapir, og tá ið Kjartan er burturi, er hann einasti føroyingurin umborð. Arbeiðsmálið er enskt. Sambært Kjartani verður tú sum skipari noyddur at tillagað samskiftið hjá tær eftir hvønn tú tosar við. Tó leggur Kjartan dent á, at virðingin fyri einstaka persóninum má vera tann sama, óansæð um tú tosar við yvirmann, kunda ella dekkara. Eitt annað, ið heldur ikki skal undirmetast, er trivnaðurin umborð, og skipsleiðslan við Kjartani á odda leggur stóran dent á, at manningin er samansjóða og trívist.

Vinnuháskúlin vil fegin takka Kjartani fyri áhugaverdan fyrilestur og íblástur áðrenn próvtøkurnar í Leiðslu & fyriskipan og Mentan & samfelag í summar.

Lærari í Leiðslu & fyriskipan er Barbara á Rógvi.