Flestu vanlukkur henda á sjónum
Flestu vanlukkur henda á sjónum, og flestu skaðar henda á dekkinum.
Hósmorgunin 1. september vitjaði Annbjørg á Høvdanum, arbeiðssálarfrøðingur, Vinnuháskúlan við fyrilestrinum “Greining av skaðum hjá føroyskum sjómonnum í tíðarskeiðnum 1972-2014”. At hetta evnið hevur týdning fyri skúlan og fyri næmingar okkara, sást aftur í aktivu luttøkuni meðan fyrilesturin var. Nógv settu spurningar, og svaraðu ágrýtin áheitanum og spurningum frá granskaranum.
Annbjørg greiddi frá gongdini seinastu 20 árini út frá teimum dátum, hon og granskingarfelagar hennara hava savnað um skaðatilburðir og deyðsvanlukkur umborð á føroyskum skipum við serligum denti á fiskiskip tíðarskeiðið 1994-2014.
Tølini vísa eina gongd, sum vit kunnu gleðast um: talið á vanlukkum og skaðum á sjónum er fallandi. Hyggja vit nærri at skaðatilburðunum, gerst eisini greitt, at vit kunnu betra munandi um støðuna við fleiri átøkum. Vágin at arbeiða á sjónum er eitt nú 30-40 ferðir hægri í mun til arbeiði á landi.
Ein greining av skaðatilburðunum og vanlukkutíttleikanum vísir m.a. at:
· Flestu skaðar henda á dekkinum, síðani í maskinrúminum
· ‘Raktur av luti’ er størsta skaðakeldan, síðani koma ‘fall- og glíðiskaðar’
· Brillur eru størsti bólkur býtt eftir skaðaslagi, meðan tannskaðar, lukkað beinbrot og bløðingarskaði eru størstu likamsskaðarnir eftir skaðabólkin “løstur ikki staðfestur”
· Vanlukkutíttleikin per 100.000 mann-dagar til skips er størstur í Bólki 2: Trolarar
· Fleiri deyðsvanlukkur henda í fiskiflotanum enn í handilsflotanum
· Deyðvanlukkutalið pr 1.000 mann-ár, um hvør maður í miðal er 175 dagar til skips pr ár, er 1,0. Hetta er nakað hægri enn í hinum útnorðurlondunum, har talið liggum um 0,5-0,8 deyðsvanlukkur per 1.000 mann-ár
· 32 sjófólk eru deyð av vanlukku umborð á føroyskum skipum tíðarskeiðið 1994-2014
Annbjørg á Høvdanum vísti at enda á, at vit mugu gera meira fyri at bøta um arbeiðstrygdina umborð á skipum okkara. Eisini kom Annbjørg við nøkrum viðurskiftum og átøkum, sum kunnu vera við til at betra um trygdarmentanini umborð á føroyskum skipum, eitt nú upplýsing og trygdarvenjing, lóggáva og eftirlit og dagføring av skipum og útgerð. Sjófólkið sjálvt kann eisini gera sítt til at arbeiða upp eina góða trygdarmentan umborð, eitt nú við at vera tilvitað um skaðavandarnar og skaðakeldurnar. Eitt nú við at:
· Tryggja arbeiðsplássið, eitt nú á dekkinum, við at surra og binda
· Vera tilvitað um vandastøðurnar og støðini
· Vera tilvitað um týpisku skaðastøðini á kroppinum og verja hesi
· Halda arbeiðsplássið ruddiligt
· Tryggja undirlag og flatur
· Nýta rætta trygdarútgerð, sum hjálm og gliðtryggar skógvar
Í næstum fer Annbjørg undir phd verkætaln um fatigue, t.e. yvirmøði, í útvaldum pørtum av føroyska fiskiflotanum. Vit ynskja Annbjørg góða eydnu við verkætlanini og takka fyri áhugaverda fyrilesturin.
Les meira um fyrilesturin á heimasíðuni hjá Granskingarrráðnum.
Barbara á Regvi og Símun Poulsen, skipaðu fyri hesum tiltakinum á Vinnuháskúlanum.