FRC-SKEIÐ, NÝTSLA Í SKJÓTTGANGANDI BJARGARBÁTI !
NÝTT frá TRYGDARDEPLINUM við ÁIR !
Vinnuháskúlin fer nú at bjóða skeið í nýtslu av skjóttgangandi bjargingarbátum.
Seinastu tíðina hava vit fingið nógvar fyrispurningar frá kundum okkara, hví vit ikki hava skeið í FRC skjóttgangandi bjargingarbátum.
Vinnuháskúlin hevur nú útvega sær ein FRC bát, sum hevur fingið navnið “ROYNDIN“. Báturn er á Trygdardeplinum við Áir, har skeiðini framyvir eisini verða. Manning frá Trygdardeplinum hevur verið uttanlanda á skeiði, fyri at kunna halda FRC skeið.
Skeiðskodan fyri FRC skeiðið er: STCW A-VI/2-2.
Fyrsta skeiðið verður 22. – 23. juni 2016.