Gestafyrilestur á Vinnuháskúlanum

Eysturoyartunnilin er góðar 11 km langur og saman við komandi Sandoyartunlinum knýtir hann umleið 90% av føroyingunum saman í eitt veganet. Verkætlanin Eystur- og Sandoyartunlar er størsta verkætlanin í Føroya søgu. Stutt eftir at tunnilin lat upp tann 19. desember í fjør, fóru myndir av vøkru undirsjóvarrundkoyringini heimin runt. Ein væleydnað verkætlan var liðug.

Verkætlanarleiðari í Eystur- og Sandoyartunlar er vestmenningurin og verkfrøðingurin Einar Brimnes, og mikumorgunin 17. mars 2021 var hann á Vinnuháskúlanum og greiddi næmingum frá um Eysturoyartunnilin og verkætlanarleiðslu. Einar starvast hjá og eigur í ráðgevarandi fyritøkuni RÁÐ. Tunnilsfelagið setti Einar at leiða báðar tunnilsverkætlanirnar.

Lesið meira um gestafyrilesturin á Facebooksíðuni hjá Vinnuháskúlanum og har kanst tú eisini síggja fleiri myndir av Eysturoyartunlinum: https://www.facebook.com (Vinnuháskúlin)