Maskinistarnir vitja maskinrúmið undir Krákugjógv
Seinnapartin í gjár vitjaði maskinistflokkurin á Vinnuháskúlanum maskinrúmið undir Krákugjógv. Fakið var maritimt enskt og Erik Hansen, ið starvast á VH, vístu næmingunum Blackstone motorarnar, sum skúlin eigur. Erik gjøgnumgekk mannagongina við uppstarti og hvat er gott at hava í huga, tá ið startað verður. Vit umrøddu eisini ymisk viðurskifti, sum hava við arbeiðið í einum maskinrúmi at gera. Umframt vanligt viðlíkahald og góðan røkjuskap, umrøddu vit eisini oljudagbókina og mannagongdir í sambandi við neyðstøður. Erik vísti m.a. á, at siglir tú ávís støð úti í heimi, so finnur tú rættiliga skjótt útav, at mynduleikarnir ganga høgt uppí, at dagbókin er sum hon skal vera. Komið varð eisini inn á, hvat tú skalt gera, arbeiðir tú saman við einum, ið ikki vísir góðan røkjuskap í maskinrúminum. ‘Tú letur hann vera á vakt inntil hann hevur tikið upp eftir sær, so ger hann tað ikki aftur!,’ segði Erik. Flokkurin og lærari teirra, Barbara á Rógvi, takki Eriki fyri beinasemið.