Næmingar vitja Mest

Mikudagin var maskinmeistarflokkurin M3 saman við læraranum Jógvani Horn á vitjan á MEST í Tórshavn. Vitjanin var partur av undirvísingini í viðlíkahaldsteori í fakinum Rakstur og Viðlíkahald.MEST hevur í nógv ár bjóðað virkjum og reiðaríum at gera vibratiónsmátingar av krititiskum maskinkomponentum sum supplement til siðbundið planlagt viðlíkahald, og hevur uppbygd holla vitan og royndir um evnið. Vit blivu væl móttiknir í matarsalinum á skipasmiðjuni, har Bárður Heinason frá MEST gav okkum ein grundiga og áhugaverda framløgu um vibratiónsmátingar, og hvussu data frá teimum kunnu brúkast til at finna byrjandi brek við. Vit takka fyri høvið og blíðskapin, og fingu nógv niðan við okkum aftur á Vinnuháskúlan.