Næmingaráðið á Vinnuháskúlanum hevur skipað seg
Umboð fyri allar flokkarnar á skúlanum hittust á fundi í dag og valdu sínamillum seks limir í Næmingarráðið á Vinnuháskúlanum. Nú eru nógv á síðani, næmingaráð var virkið á skúlanum og ynskja vit endurstovnaða Næmingaráðnum blíðan byr.
Í Næmingaráðnum fyri tey lesandi á Vinnuháskúlanum sita (frá vinstru): Eirikur Thomsen (M4), Viberg Henryson (S5), Sigurbjørg Á. Ásgeirsdóttir (S2), Álvur M. Zachariassen (M4), Annfinn A. Hjaltalin (M2) og Sørin Wardum (S4). Næmingaráðið hevur skipað seg, og forkvinna í Næmingaráðnum er Sigurbjørg Á. Ásgeirsdóttir, skiparalesandi, og næstuformaður er Álvur M. Zachariassen, maskinmeistaralesandi.