Royal Greenland á vitjan

Hósdagin 15. sept. 2016 vitjaðu trý umboð fyri grønlendska reiðaríið “Royal Greenland” á Vinnuháskúlanum. Teir vóru Linjohn Christensen, skipari, Mika Heilmann, manningarstjóri og Sámal Jákup Olsen, rakstrarleiðari.

Teir greiddu m.a. frá søguni hjá “Royal Greenland” og um støðuna í dag og um framtíðarútlitini hjá fyritøkuni.

“Royal Greenland” er í stórari menning og í løtuni verða tríggir nýggir framkomnir trolarar bygdir til fyritøkuna.

Komið varð eisini inn á rekrutering av ungum yvirmonnum, og tað bleiv ført fram, at føroyingar eru sera væl lýddir sum manning umborð á grønlendskum skipum.

Uml. 100 lesandi og starvsfólk lýddu á framløgurnar, og vit á Vinnuháskúlanum meta, at ahugin fyri at søkja um starv hjá “Royal Greenland ” framvegis er sera stórur millum ungar føroyskar yvirmenn.


Meira kunning um Royal Greenland kann fáast á heimasíðu teirra.  www.royalgreenland.com