Sjórænarar eru eirindaleystir – Fyrilestur – Tummas Pauli og Finn

 Vinnuháskúlin fær javnan vitjan av fólki sum arbeiðir úti í vinnuni og herfyri vóru Tummas Pauli Hansen, maskinmeistari og Finn Hansen, skipsførari á vitjan. Tummas Pauli og Finn, sum báðir arbeiða hjá Mærsk, hildu fyrilestur um teirra arbeiði sum leiðarar hjá reiðarínum.

Fyrilestrarnir vóru ætlaðir skipsføraraflokkinum S4 og maskinmeistaraflokkinum M5 innan lærugreinina leiðsla, men hópur av næmingum úr øðrum flokkum komu eisini at lurta.

Tummas Pauli hevur í nógv ár siglt sum maskinmeistari og maskinstjóri hjá Mærsk. Eisini hevur hann arbeitt sum inspektørur í Kina og í Miðeystri, í sambandi við nýgerð og umvæling av skipum hjá felagnum.

Tummas Pauli greiddi frá lívsleið síni og arbeiðsroyndum í Mærsk og gav boð uppá, hvat ungir yvirmenn skulu leggja sær í geyma, um teir vilja gera karrieru í handilsflotanum. Hann nevndi m.a. týdningin av at vera greiður, opin og erligur og ikki minst at tora at bjóða seg fram. Nógvir føroyingar sigla sum yvirmenn, har manningin er multikulturel og t.d. kemur úr Filipinunum, Eystureuropa, og India.

”Hetta krevur at vit sum leiðarar bæði eru sera greiðir og duga at seta okkum inn í- og skilja munirnar í ymisku mentanunum, soleiðis at arbeiði kann ganga væl”.

Bæði Tummas Pauli og Finn høvdu nógvar spennandi, stuttligar og álvarsamar søgur um hesi viðurskifti.

Finn hevur eisini siglt í nógv ár, harav ein stóran part sum skipari. Nú er hann leiðari á nýstovnaða sentrinum hjá A. P. Møller í Ghana, sum hevur til uppgávu at minka um vandan fyri sjóránaraálopum á handilsflotanum í Vesturafrika.

Finn hevur, sum skipari, verið við til at bjarga flóttafólki í Miðalhavinum ikki færri enn 5 ferðir. Hann hevur fyrr greitt frá hesum í sjónvarpinum, men undir fyrilestrinum fingu áhoyrararnir nú møguleika at hoyra nærri um hesar hendingar. Hann greiddi frá avbjóðingunum at taka ímóti fólki, sum vóru illa stødd, bæði likamliga og sálarliga. Bara tað at hýsa flóttarfólkum, var eisini ein avbjóðing. Hann greiddi frá, at tá man sum skipari fær boð um at fólk eru í havsneyð, skal man hjálpa. Reiðaríið hjálpir skipara og manning í slíkum førum og leiðbeinir við ávísum mannagongdum, ið alsamt verða betraðar.

Núverandi arbeiði hjá Finni í Ghana var eisini sera áhugavert at hoyra um. Vesturafrika er rættuliga hart rakt av sjóránarum fyri tíðina; serliga út fyri Nigeria leikar hart á, og sjóránarnir eru eyrindaleysir.

Næstan hvørja viku henda álop á skip á hesum siglingarleiðum.

Tað var forvitnisligt at hoyra um tey ymisku sløgini av sjóránarum; alt frá teimum sum stjala leysafæ ella olju til teir hard core sjóránarar, sum málrættað taka manningina sum gíslar, við tí endamálið at krevja risa stór loysigjøld. Dagliga arbeiði hjá Finni og hansara manning, er at samskipa ferðsluna hjá handilsflotanum í Vesturafrika, fyri at minka um vandan fyri sjóranáraálopum og at samskipa hjálpararbeiði, tá ið skip verða álopin.

Vinnuháskúlin takkar Tummasi Paula og Finni fyri sera áhugaverdar fyrilestrar og prát og ynskir teimum góða eydnu frammyvir, stendur at lesa á vh.fo.

Ingolf Joensen og Barbara á Rógvi , lærarar