Skiparaflokkur vitjar P/F Varðan í Gøtu

Skiparaflokkurin S3 hevur verið á áhugaverdari vitjan hjá Varðanum í Gøtu, og vóru vit sera vælmóttiknir. Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari hjá Varðanum, greiddi okkum frá um søguna um Varðan, bæði í góðum og ringum tíðum. Næmingarnir skriva verkætlan um Finnur Fríða í hesum døgum, og varð serligur dentur lagdur á hetta skipið. Vit fingu innlit í rakstur og hvussu skip, virkir og feløgini hava tað fíggjarliga. Eisini varð tosað um fiskivinnubúskap og -rakstur.

Kaffi, bomm og annað gott kom á borðið, og fingu vit eisini eitt gott prát við stjóran í Varðanum, Boga Jacobsen. Áðrenn vit fóru, fingu vit flottar húgvur, knív og mappur; so alt í alt, ein framúr vitjan. Hetta er ikki seinastu ferð, at umboð fyri Vinnuháskúlan vitja Varðan í Gøtu, og takka vit fyri blíðskapin. Lærari við á túrinum var Jógvan Kristin Olsen.