Skiparalesandi í leysari luft
Undirvísing fer sum oftast fram í eini floksstovu – eisini á Vinnuháskúlanum – men herfyri luttóku skiparalesandi á Vinnuháskúlanum í spennandi venjing umborð á Brimli saman við Marjuni Thomsen, ið er skeiðslærari á Vinnuháskúlanum og útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur.
Skeiðið í Heilsulæru var karmur um venjingina. Pál Weihe, yvirlækni í Sjúkrahúsverkinum, luttók í venjingini sum lækni og eygleiðari. Manningin umborð á Brimli stóð fyri praktisku venjingini í samstarvi við tyrlumanningina hjá Atlantic Airways. Við Marjuni á odda sluppu hesi lesandi á Vinnuháskúlanum at royna sjúkraviðgerð á staðnum og at flyta fólk av skipinum við tyrlu.
Myndirnar tala fyri seg! Allir partar fingu nógv burturúr læruríku venjingini.
Á Facebooksíðuni hjá Vinnuháskúlanum – “Vinnuháskúlin” – ber til at síggja tvey styttri filmsbrot frá venjingini.