Um tú ynskir at fáa umsóknarblað til
- maskinist
 - maskinmeistara
 - maskinmeistaraASPIRANT
 - skipara
 - skiparaASPIRANT
 - skipsførara
 
er møguleiki at taka umsóknarskjalið niður ella útfylla skjalið og senda okkum tað sum teldupost saman við mynd í JPG formati og viðkomandi skjølum. Skjølini skulu sendast okkum í PDF formati..
Umsóknin skal sendast til:
VINNUHÁSKÚLIN
Postbox 104
110 Tórshavn
ella við telduposti til umsokn@vh.fo samman við fylgjandi skjølum:
SKIPARI:
- Navnabræv
 - Fólkaskúlaprógv, 9. el. 10. fl.
 - Bláubók
 - Siglingarbók
 
SKIPARAASPIRANTUR:
- Navnabræv
 - Miðnámsprógv
 - Bláubók
 
SKIPSFØRARI:
- Navnabræv
 - Skiparaprógv
 - Bláubók
 
 
MASKINMEISTARI: 
- Navnabræv
 - Fólkaskúlaprógv, 9. ella 10. fl.
 - Sveinabræv ella Yrkisnám 4
 
MASKINMEISTARAASPIRANTUR:
- Navnabræv
 - Miðnámsprógv
 
MASKINISTUR:
- Navnabræv
 - Fólkaskúlaprógv 9. ella 10. fl.
 - Sveinabræv ella Yrkisnám 4
 
Um lesandi hevur Yrkisnám 4 prógv, skal hann hava 9 mðr. starvsvenjing.
Umsóknarfreistin er 15. juni til byrjan í august og 15. jan. til byrjan síðst í januar.
Upptikið verður eftir raðfylgju, sum umsóknirnar koma inn treytað av, at umsøkjarar lúka upptøkukrøvini.
Umsóknin verður viðgjørd sum skjótast .
INNIVIST fyri næmingar
Vinnuháskúlin kann ikki veita lesandi innivist, men vit kunnu vísa til fylgjandi stovnar, sum kunnu útvega innivist.