
UNDIRVÍSING Á MASKINDEILDINI
Maskinmeistaraútbúgvingin
Maskinmeistaraútbúgvingin tekur 3 ár. Hon er bygd upp sum ein modulskipan, har modulini vara eitt hálvár. Í flestu førum enda modulini við próvtøku.
Maskinistútbúgvingin
Maskinistútbúgvingin tekur uml. 9 mánaðar. Skúlagongdin er uml. ½ ár við undirvísing í teknisku lærugreinunum. Eftir próvtøku verða neyðug skeið tikin í uml. 3 mánaðar.
Trýst her fyri at síggja
Yvirlit yvir innihaldið í maskinistútbúgvingini
Næmingarnir hava ikki møtskyldu, men tó eru treytir fyri ávísar lærugreinar, har lærarin skal góðkenna, um næmingurin hevur staðið. Fyri at sleppa upp til próvtøku skal næmingurin lata 80% av uppgávunum inn.
Næmingurin innstillar seg sjálvur til próvtøku hvørt hálvár.
Um næmingurin ikki ynskir at fara upp til próvtøku í einari lærugrein, hann hevur instillað seg til, skal hetta skrivliga boðast skúlanum frá innan 15. mai og 15. des. Tað ber bert til at fara upp til próvtøku 3. ferðir í somu lærugrein.