Vinnuháskúlin fingið simulatorar til undirvísingina í heilsulæru

Vinnuháskúlin fingið simulatorar til undirvísingina í heilsulæru

Vinnuháskúlin hevur nýliga ognað sær tríggjar simulatorar/dukkur, ið skulu nýtast til frálæru í skeiðunum í heilsulæru. Hesir simulatorar verða nýttir til venjingar í ymiskum sjúkutilburðum, so sum hjartasteðg, brotnir limir, leggja dropp o.s.fr. Veitarin av hesum simulatorum hevur í vikuni verið á Vinnuháskúlanum og lagt lag á, hvussu hesir verða nýttir í frálæruni. Vinnuháskúlin kemur at nýta hesa framkomnu útgerð bæði til grundleggjandi frálæru til næmingarnar og til endurnýggjan av skeiðum.

Nýggja útgerðin kemur at gera undirvísingina nógv meira realistiska og viðkomandi, samstundis sum dygdin á henni hækkar munandi, sigur Wilhelm Petersen í eini viðmerking.

Vinnuháskúlin hevur framt hesa verkætlan í samstarvi við “Søfartstyrelsen – Center for Maretime Sundsvæsen”.