Vitjan av Theodor Olsen

Hósmorgunin 7. apríl var aftur ein spennandi fyrilestur á Vinnuháskúlanum; hesaferð við Theodori E. D. Olsen, sóknarpresti. Fyrilesturin er partur av fakinum Mentan og samfelag, sum skipsførarar hava hesa skúlahálvuna. Lærari í fakinum er Barbara á Rógvi.

Theodor E. D. Olsen tosaði um jødadóm og kristindóm frá einum søguligum sjónarhorni, og prátið kom eisini inn á hvussu eitt nú kristindómurin og átrúnaður myndar samfeløg og samstarvið okkara millum í dag. Eisini kom prátið inn á mentanarsamanbrestir og avbjóðingar í hesum sambandi.

Ert tú sjófólk, er rættiliga sannlíkt, at tú kemur at vera partur av manning og at samstarva við mynduleikar úr fleiri tjóðum og mentanum. Ein forteyt fyri góðum samstarvi, er gott samskifti. Fyri at samskifta væl í slíkum støðum, mást tú hava málsligan og tekniskan førleika, men fyri at skilja støður til fulnar, kann mentanarligi førleikin ikki undirmetast.

Vinnuháskúlin vil fegin takka Theodori E. D. Olsen fyri ein sera áhugaverdan fyrilestur.