Vitjan frá Betri Trygging

‘Hugsa teg um áðrenn tú skrivar undir’

 Fyrsta tíðin sum skipari er óivað ein avbjóðandi tíð hjá teimum flestu. Kemur tú, sum skipsleiðsla, í eina skaðastøðu, er týdningarmikið at tú boðar reiðaranum og tryggingini frá beinanvegin. Um talan er um hjálparveiting ella eina møguliga bjarging, og støðan ikki er hættislig ella bráfeingis, hugsa teg so væl um áðrenn tú skrivar undir sáttmála. Ikki lata teg trýsta av mynduleikunum, um skip ella manning ikki eru í vanda, men tosa við tryggingina fyrst og fá góð ráð. Tað er tín skylda sum skipari av avmarka skaðan, og tað kann, í summum førum, vera við at bíða. Hetta vóru nøkur av hentu ráðunum, sum næmingar fingu á vitjan hjá Betri Trygging herfyri.

Í sambandi við verkætlanina ‘Ship Maintenance and Docking’ vitjaði skipsføraraflokkur á Vinnuháskúlan Betri Trygging saman við lærarunum, Ólavi Joensen, Siggu Vang og Barbaru á Rógvi. Virgar Dahl, sjókundastjóri, og Sólrun Vestergaard, sjókundaráðgevi, greiddu okkum frá um ymisk viðkomandi viðurskifti í sambandi við skipatryggingar og treytir. Eisini góvu tey bæði skjótt útlærdu skipsførarunum hent ráð í sambandi við skaðafráboðan og dokking.

Skaðafráboðan og sjóforhoyr

Í sambandi við skaðastøðu og skaðafráboðan, heitir Tryggingin á reiðaríið um at biðja um eitt sjóforhoyr. Tryggingin sendir skikkað umsjónarfólk umborð at sýna skaðan, og í sambandi við sjóforhoyr er tryggingin áhugað í at fáa at vita, um rúsevni/rúsdrekka eru blandað upp í og um reiðarin var á brúnni, tá ið skaðið hendi, um reglur og mynduleikakrøv eru hildin, og um sjódyggleikan hjá skipinum.  

Sama er galdandi fyri sáttmálar við veitara, um skipið eitt nú skal í dokk. Tosa við tryggingina áðrenn tú skrivar undir sáttmála við skipasmiðju, og fá greiða á ymsu viðurskiftunum, sum hava týdning fyri skipið. Betri Trygging leggur her dent á,  at skipið er eins væl tryggjað, tá ið tað er í dokk, sum tá ið tað er í rakstri.

Norskar tryggingartreytir

Í næstum vera verandi donsku trygginginartreytirnar, sum føroysku skipini eru tryggja sambært, skiftar út við norskar treytir. Treytirnar finnast í “The Nordic Marine Insurance Plan” og meira fæst at vita um hetta við at venda sær til Sjódeildina hjá Betri Trygging ella á heimasíðuni www.cefor.no

Betri Trygging tryggjar nógv tey flestu skipini í Føroyum, og hava tey 9 starvsfólkini á sjódeildini hollar royndir innan júst hetta økið. Vinnuháskúlin vil fegin takka teimum báðum, Virgar og Sólrun, og samtakinum fyri blídnið og áhugaverda gjøgnumgongd og prát um skipatryggingar.

Les meira um sjótryggingar á heimasíðuni hjá samtakinum: https://www.betri.fo/vinna/sjogv/