Vitjan umborð á NORÐBORG
Vitjan umborð á NORÐBORG
M4, maskinmeistaraflokkurin, var hósdagin 10.03.2016 á vitjan umborð á NORÐBORG, sum lá við bryggju í Tórshavn.
Lesandi dáma altíð væl at koma umborð á skip fyri at síggja, hvussu tað, sum tey dagliga lesa um virkar í dagligdegnum. Maskinmeistarar og onnur umborð gera sær ómæk fyri at greiða frá hvussu tað virkar umborð.
Við teimum lesandi umborð á Norðborg, vóru Claus Thomsen, Poul Kristian Henriksen og Ólavur Joensen, lærarar.
Vit takka reiðaríið og manning umborð á Norðborg fyri vitjanina.
Ólavur