Vitjan umborð á Princess Seaways

Mikudagin 18. mars var S1 flokkurin umborð á Princess Seaways, sum liggur á Oyrareingjum. Skipið er komið við ferðafólki í samband við sólarmyrkingina nú fríggjadagin.
Skipari umborð er danin Kim Carlson. Tað vísti seg at hann hevur siglt saman við Símun Poulsen, sum var fyriskipari av túrinum.
Ingimar Thomsen úr Skopun, er skiparin á systirskipinum King Seaways, hann bjóðaði skúlanum umborð fyri at síggja skipið.
Næmingarnir hildu tað vera áhugavert og fingu nógv burturúr. Skúlin takkar hjartaliga fyri rundvísingina.